Tobbi kallaði starvsfólk á mentanarráðnum fyri "kanuttar" og Óli Brekmann segði sína hugsan um Føroya Lærarafelag
Orðaskiftið gjørdist harligt seinrapartin í tinginum og lýsingarorðini fóru flúgvandi gjøgnum luftina.
– Fólkaskúlin er eitt lasafar sum ikki kann umvælast og Føroya Lærarafelag er "ein ávísur likamslutur" av fjóðru divisjón, tí teir halda hondina yvir hvørjum øðrum og soleiðis sleppa vánaligir lærarar at halda fram, segði Óli Brekmann millum annað.
Fleiri tinglimir settu spurnartekin við um tað var rætt at brúka meira pening upp á fólkaskúlan.
Formannskapurin átalaði orðavalið hjá tinglimunum.




