Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur 2008: Føroyameistarakapping í egning

Norðlýsið – Tíðindi

Kann føroyameistarin í egning, Ólavur Jacobsen, endurvinna heitið í ár?

Kann føroyameistarin í egning, Ólavur Jacobsen, sum í fjør megnaði at vinna á tvífalda føroyameistaranum og fyrrverandi heimsmeistaranum, John Havn, endurvinna heitið?

Ein av teimum kappingunum sum hava fingið mest umtalu í miðlunum er kapping um at egna skjótast – føroyameistarakappingin í egning. Í ár er tað á 4. sinni, at føroyameistarakapping verður í hesi grein.

Fjøldin er altíð stór frammanfyri stóra pall, tá egningakappingarnar eru á skránni, og so hvørt sum tað nærkast endaspurtinum økist spenningurin. Í fjør var einki undantak.

Í 2005 og 2006 gjørdist John Havn bestur, men í fjør gjørdi ungi Ólavur Jacobsen bart og vann í finaluni greiðan sigur á tvífalda meistaranum og fyrrverandi heimsmeistaranum.

Endaliga úrslitið gjørdist, at John Havn gjørdist nummar trý við tíðini 9:58. Silvurvinnarin, Martin Simonsen, hevði tíðina 9:54. Føroyameistarin, Ólavur Jacobsen, hevði tíðina 9:09.

Í innleiðandi umfarinum skuldu tríggir finalistarnir finnast. Tá gjørdist John Havn greiður vinnari við tíðini 7:48, Ólavur Jacobsen nummar tvey við tíðini 8:32 og nummar trý gjørdist Martin Simonsen við tíðini 8:57.

Í fjør luttóku á fyrsta sinni kvinnur í egnikappingini. Tær báðar Henny Olsen og Katrin Niclassen tóku dystin upp við mannfólkini, men tað eydnaðist tó ikki teimum at koma í finaluna. Spennandi verður í ár at vita, um nøkur kvinna fer at melda seg til kappingina og møguliga at egna seg í finaluna, sum enn einans hevur hýst mannfólki.

Eins spennandi verður at vita hvussu leikur fer í ár.
Vinnur Ólavur Jacobsen á øðrum sinni ella fara vit at fáa ein nýggjan føroyameistara í ár?

Lesi samrøður við núverandi og undanfarna føroyameistaran aðrastaðni í blaðnum.

Úrslit frá Føroya Sjómannadegi 2007
Egning
Innleiðandi umfar

1. John Havn 7:48
2. Ólavur Jacobsen 8:32
3. Martin Simonsen 8:57
4. Poul Eli Jacobsen 9:04
5. Elmar Simonsen 9:30
6. Kjartan Kjartansson 9:40
7. Sonni Johannsen 10:16
8. Kristian Dam 11:33
9. Henny Olsen 13:35
10. Katrin Niclassen 15:10

Finalan

1. Ólavur Jacobsen 9:09
2. Martin Simonsen 9:54
3. John Havn 9:58

Heimsmeti óbroytt síðan 2006
John Havn 7:41