Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur 2008: Hvør heldur dregginum longst?

Norðlýsið – Tíðindi

Áhaldni, treysleiki og styrki – eyðkenni fyri vinnaran í hesi krevjandi kappingargrein.

Ein av teimum mest krevjandi kappingunum á Føroya Sjómannadegi er føroyameistarakappingin at halda dregg.

Fyrrárið var tað Óli Skarðenni, sum vann kappingina tá hann helt dregginum uppfrá í heilsar fýra minuttir. Men í fjør var Óli ikki við í kappingini, sum tó gjørdist sera spennandi.

Kappingin snýr seg um við báðum ørmum strektum at halda einum dreggi so leingi sum møguligt. Tann sum heldur dregginum longst hevur vunnið kappingina.

Tað sær ikki torført út, men tá ein lítil løta er fráliðin, so byrjar møðin at vísa seg og spurningurin um styrki og áhaldni kemur inn.

Hetta sást eisini í fjør, tá fleiri máttu gevast áðrenn tveir minuttir vóru gingnir. Tó vóru nakrir sum hildu á til væl yvir tveir minuttir. Tá umleið tveir og ein hálvur minuttir vóru gingnir stóðu tveir persónar eftir.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Rógvi Dam vann kappininga við at halda dregginum í knappar tríggjar minuttir. Næstur honum kom Jóhannis Joensen, hvørs styrki gekk undan fýra sekund fyrr enn hjá vinnaranum.

Spennandi verður at vita, um vinnarin frá í fjør og Óli Skarðenni møtast í einum dysti í ár. Óli helt dregginum meir enn eitt minutt meir enn Rógvi, men sum kunnugt, so er einki avgjørt fyrr enn dystur er lokin.

Úrslit frá Føroya Sjómannadegi 2007
1. Rógvi Dam 2:57
2. Jóhannes Joensen 2:53
3. Meison Bólstein 1:23

Harleyfacadeacryl