Á Føroya Sjómannadegi er nakað fyri øll. Eisini fyri børnini, sum aftur í ár sleppa at royna seg við tráðuni á Kósabrúnni. Eisini sleppa tey at kasta fløskupost á fjørðinum og kríggjast millum bátarnar á Vánni. Eins og í fjør verða tiltøkini gjørd sum eitt sjórænaratemað.
Týsdagin 18. august verður fiskikapping fyri sjórænarar á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir. Undan farin á hevur hetta verið eitt av teimum vælumtóktu tiltøkunum fyri børn og barnafamiljur. Síðsta ár vóru umleið 300 børn møtt við tráðu og luttóku í fiskikappingini.
Eftir at vinnararnir eru funnir bæði fyri gentur og dreingir, so verður farið við Ågot, Klakki, Jákup B, Bragd og øðrum línu- og útróðrarbátum út á fjørðin, har møguleiki verður at kasta fløskupost.
Á veg innaftur á Klaksvík verður steðga út fyri Stangabrúnni har kríggjast verður millum skipini.
Fyrireikararnir siga, at børnini møta til fiskikapping klædd/sminkaði sum sjónrænarar. Harafturat skulu tey verða í regnklæðum.
Gjørt verður vart við, at børnini skulu verða saman við foreldrum, tá farið verður umborð á skipini og at børnini skulu vera í bjargingarvesti.
Tilmelding til Fiskikappingina er á deildini hjá EIK í Klaksvík telefon 348140.
Føroya Sjómannadagur 2009 í samstarvi við EIK
Sí annars skránna fyri Sjómannadagin 2009 á www.sjomannadagur.fo




