Frá hósdegi 20. august til sunnudagin 23. august verður ein heilt serlig framsýning av modelskipum úr Føroya fiskivinnusøgu í Eik í Klaksvík. Henda savning er av 26 modelskipum, sum listamaðurin Hans J. Fuglø, ígjøgnum næstan 40 ár hevur smíðað við originaltekningum sum grundarlag.
Í ár eru júst 80 ár liðin síðani Hans Jacob Fuglø var borðin í heim. Í hesum sambandi hevur Føroya Sjómannadagur gjørt av, at savnað so gott sum øll tey modelskip, sum listamaðurin hevur smíðað ígjøgnum eini 40 ár. – Hann er framvegis virkin í verki.
Við vælvilja frá stovnum og privatum, ymsastaðni í Føroyum, sum eiga hesi listaverk, hevur borið til at savna so gott sum øll modellini til framsýningar á einum staði, nevniiliga í Eik-banka í Klaksvík – . Eitt model, “Løvenørn”, sum danska kongshúsið eigur, bar illa til at fáa hendur á, tí prinsaparið í løtuni ger klárt at flyta inn í Pale’ið.
Av teirri orsøk, at stovnar og vinnan hava stuðlað framsýingini, hevur Føroya Sjómannadagur avgjørt, at henda forkunnuga framsýningin verður ókeypis.
Stovnar, ið hava stuðlað eru:
Tryggingarfelagið Føroyar, Bakkafrost, Maskinmeistarafelagið, P/f Klaksvíkar Sleipistøð, P/f Havsbrún, P/f Enniberg, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Fonn-Flog.
Fyrilestrar
Høvið verður til, umframt at síggja hesi hendinga forkunnugu modelskip øll á einum staði, sum er sjáldsamt, at seta seg inn í føroyska skipasøgu.
Umframt framsýningina, verða fyrilestrar hildnir av Óla Olsen, sum hevur skrivað nógv um føroyska skipasøgu og Auðun Konrádsson, formanni í Meginfelag útróðrarmanna, fríggjadagin og leygardagin kl. 19.30.
Framsýningin í Eik verður opin soleiðis:
Hósdagin 20.august kl. 16 – 20
Fríggjadag 21. august kl. 16 – 20
Leygardagin 22. august kl. 16 – 20
Sunnudagin 23. august kl. 14 – 18
Teir, sum hava ábyrgd fyri hesi framsýning eru Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein.
Sí annars skrá fyri Føroya Sjómannadag á www.sjomannadagur.fo




