Ågot og Klakkur steðgaðu hjá springaranum á veg út á fjørðin at kasta fløskupostarnar.
Aftaná fiskikappingina varð skipað fyri at børnini kundu kasta fløskupostar. Tey fingu tómar fløskur frá Føroya Bjór og ein pappírslepa frá Føroya Banka, sum tey koyrdu niður í fløskurnar. Klakkur og Ågot førdu øll børnini út á fjørðin, har fløskurnar vórðu kastaðar.
Á veg út á fjørðin sigldu Klakkur og Ågot framvið ringinum, sum springarin svimur í. Børnini vóru sera vælnøgd við hetta. Tey hildu, at tað var spennandi at kunnu sigla so nær við ein æliring, og hyggja niður á ein so fittan og flottan hval. Springarin vísti seg eisini frá síni spælisjúku síðu, tá hann kagaði upp undan og legði búkin uppúr.
Eftir ein stuttan steðg við ringin, var leiðin sett út á fjørðin har fløskupostarnir vórðu kastaðir.




