Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur, Klaksvík 16. – 20. august: Forvitnisligar filmsmyndir í Atlantis

John D. Olsen

Forvitnisligir filmar verða sýndir í Atlantis bæði fríggjadagin og leygardagin. Tað er Høgni Thomsen, úr Klaksvík, sum skipar fyri

Forvitnisligir filmar verða sýndir í Atlantis bæði fríggjadagin og leygardagin. Tað er Høgni Thomsen, úr Klaksvík, sum skipar fyri. Hann hevur savnað myndir frá ymiskum keldum, sum hann hevur sett saman.

Høgni sigur, at við eru bæði eldri og nýggir filmar. M.a. er ein spælifilmur í litum frá 1959, ið er um nakrar ungar dreingir, sum skulu til skips við Brandi Sigmundarson. Filmurin, ið lutvíst gongur fyri seg í Klaksvík, gevur eina góða mynd av Klaksvík tá. Harafturat verður høvið at síggja brot úr grindadrápið frá 1990 og stubbar frá sjómannadegnum í fjør.