Ein pallur verður gjørdur, fyri at áhugaði kkunnu fylgja við, tá hvalurin verður skorin upp.
Leygardagin verður høvið at síggja, hvussu ein grindahvalur verður skorin upp. Tá ein grind legði beinini í Gøtu fyri stuttum, fingu fyrireikararnir fyri sjómannadegnum hendur á einum heilum hvali, sum varð fluttur til Klaksvíkar. Í Klaksvík varð hvalurin fyrstur í heilum líki.
Á sjómannadegnum verður skipað fyri at ungfólk sleppa framat at skera upp. Tey sum bjóða seg fram fáa vegleiðing í at føra knívin frá grindakønum fólki. Ein pallur verður gjørdur, soleiðis at áhugaði hava møguleika at fylgja við, sjálvt um fleiri fólk eru savnað. Um fólk hava ymiskt tey hava hug til at fáa greiðu á, so verður høvið at seta spurningar. Spurningarnir kunnu snúgva seg um alt frá, hvussu gamlir grindahvalir gerast, til hvussu teir ferðast. Til at svara spurningum hava fyrireikararnir fingið fatur á professionellum fólkið, sum eru før fyri at svara spurningum um grindahval.
Tey, sum eru við í uppskeringini, fáa bæði tvøst og spik við sær heim.
Tiltakið verður sunnanvert teir nýggju egningaskúrarnir leygardagin kl. 11:00.




