Í dag verður fiskikapping á Kósabrúnni, aftaná seta tey, ið eru við í kappingini, fløskupostar út á Kalsoyarfirði.
Í dag kl. 17.00 verður fiskikapping á Kósabrúnni. Kappingin er bæði fyri gentur og dreingir. Tann drongur og tann genta, ið fáa flestu fiskarnar, fáa eitt steyp til ognar.
Oliver Joensen og Niclas Heri Jákupsson, siga at kappast verður í umleið ein tíma, áðrenn hugt verður eftir hvør hevur fingið størsta fongin.
Eftir fiskikappingina fara luttakararnir at kasta fløskupostar út í Kalsoyarfirði. Hetta er fyrstu fer at hetta verður roynt. Umframt eina heilsu frá hvørjum luttakara, verður eisini ein seðil við nágreiniligari positión har posturin var settur út.
Tey, sum hava hug til at verða við í fiskikappingini, verða tí biðin um at skriva eina lítla heilsu á ein seðil, ið verður koyrdir í fløskurnar. Á seðlinum er tað hóskandi at skriva eitt sindur um seg sjálvan, hvat ein ger, hvønn tónleik man dámar ella annað, sum luttakararnir hava hug til at skriva.




