Ein tann mest spennandi kappingin á Føroya Sjómannadegi var kappingin í sjómanstaki, sum sterki Miðvingurin, Oben Poulsen, vann.
Trettan luttakarar høvdu meldað seg til kappingina. Oben Poulsen, sum var við í fyrsta umfarinum, vísti beinanvegin, at hann var rættiliga sterkur. Áðrenn hálvt eyga var blunka, hevði Oben armin hjá mótstøðumanninum á borðinum.
Allan Eysturskarð, sum eisini gjørdi seg galdandi í øðrum kappingum, vísti aftur her, at hann er gjørdur úr serligum tilfari.
Saman við Oben Poulsen, úr Miðvági, endaði hann í finaluni, sum gjørdist ein sannur gýsari.
Allan Eysturskarð vann í fyrstu atløgu, tá Oben var diskvalifiseraður, av tí at dómarin metti, at Oben hevði reist seg úr stólinum. Allan bjóðaði Oben av enn einaferð. Hesiferð endaði sjómanstakið við, at Oben legði armin hjá Allani niður í borðið. Sostatt fór sterki Miðvingurin, Oben Joensen, avstað við sigrinum.
Næsta ár ætla fyrireikararnir at skipa soleiðis fyri, at luttakararnir skulu standa við eitt borð, sum er gjørt til endamálið. Hetta verður mett at verða betur, av tí, at aðrir luttakarar í kappingini í ár, eisini vórðu diskvalifiseraðir av tí at endin var leysur av stólinum.




