Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sigur at longu í 1953 áttu samráðingarnar millum umboð fyri tey sum høvdu undirskrivað adressuna og Føroya Landsstýrið at borið á mál, men ístaðin slitnaðu samráðingarnar og stríði harðnaði. Samstundis sum samráðingar eru í Havn er fólkafundur úti í Grøv og hóskvøldið 21. august kl. 19 fer søgufrøðingurin at spæla brot úr bandupptøkum frá røðum sum vóru hildnar á fólkafundinum.

Eisini eru bandaupptøkur av telefonsamrøðum millum adressu umboðini og ríkisumboði og myndugleikarnar í Havn.
HÓSDAGIN 21. AUGUST
19.00
LÆKNASTRÍÐIÐ Í KLAKSVÍK – FÓLKAFUNDURIN ÚTI Í GRØV í 1953
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, ferð at greiða frá fólkafundinum úti í Grøv undir læknastríðnum. Samstundis sum fundur var úti í Grøv vóru samráðingar millum umboð fyri tey sum høvdu skrivað undir ”adressuna” og Føroya Landsstýrið sum kundu ført til ein skjótan enda á Læknastríðnum.
Spældar verða áhugaverdar bandupptøkur við røðarum frá fólkafundinum í 1953 sum Fisher Heinesen, sáli, tók upp. Upptøkurnar hava ongantíð áður verið spældar alment.
Fyrilesturin verður í deildini hjá EIK í Klaksvík.
HØVUÐSSTUÐLAR: KLAKSVÍKAR KOMMUNA OG EIK
________
MÁNADAGIN 18. AUGUST
Livar Nysted greiður frá fyrstu havrógvarunum og søguni fram til dagsins havrógvarar
Ókeypis í deildini hjá EIK.
TÝSDAGIN 19. AUGUST
19.00
MOUNT EVEREST FRÁSØGN – Í EIK Klaksvík.
Leirvíkingurin Arne Vatnhamar gjørdist fyrsti føroyingurin, ið stóð á heimsins hægsta tindi, Mount Everest. Verkætlanin hjá Arna kravdi drúgvar fyrireikingar, og sjálvur túrurin gjørdist sera harður, bæði kropsligt og mentalt.
Fyrilesturin snýr seg um fyrireikingarnar, útgerð, kulda, longsul og ikki minst hvørjar tankar, Arne gjørdi sær, tá hann stóð yvirfyri harðastu avbjóðingini í lívi sínum.
Føroya Sjómannadagur bjóðar til ÓKEYPIS fyrilestur í deildini hjá EIK í Klaksvík.
MIKUDAGIN 20. AUGUST
19.00
Almennur fundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Fiskatilfeingið við Føroyar í dag og í framtíðini
Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fundinum.
Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiskastovnarnar.
Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum.
Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini leggur upp til kjak.
Pallborð mannað við Petur Steingrund Havstovan, Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.
Kaffi hugni
HÓSDAGIN 21. AUGUST
19.00
LÆKNASTRÍÐIÐ Í KLAKSVÍK – FÓLKAFUNDURIN ÚTI Í GRØV í 1953
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, ferð at greiða frá fólkafundinum úti í Grøv undir læknastríðnum. Samstundis sum fundur var úti í Grøv vóru samráðingar millum umboð fyri tey sum høvdu skrivað undir ”adressuna” og Føroya Landsstýrið sum kundu ført til ein skjótan enda á Læknastríðnum.
Spældar verða áhugaverdar bandupptøkur við røðarum frá fólkafundinum í 1953 sum Fisher Heinesen, sáli, tók upp. Upptøkurnar hava ongantíð áður verið spældar alment.
Fyrilesturin verður í deildini hjá EIK í Klaksvík.
FRÍGGJADAGIN 22. AUGUST
18:00
Fiskikapping á Kósabrúnni
Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni
19:00
VATNKRÍGGJ Á VÁNNI
Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.
Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.
Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.
Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt.
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir og vatn-pistólar (avmarkað nøgd) at brúka til at kríggjast við.
Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 23. august.
KAPTAJN GARDAR – vatnkríggj
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni niðanfyri Northern Fish Cold Storage . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kaptain Gardara skipar fyri og luttekur í vatnkrígginum!
Kl. 22:00 – 02.00
STÓR ÚTIKONSERT Í KLAKSVÍKSGARÐINUM.
Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert.
ØLL TILTØK HJÁ FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS OG RÚSFRÍÐ.
(Skráin fyri leygardagin 23. august og sunnudagin 24. august verður kunngjørd mikudagin)