Fríggjakvøldið verður stóra fiskikappingin og vatnkríggið og tilmelding verður í deildini hjá Eik í Klaksvík frá mikudegnum.
Fríggjakvøldið verður stóra fiskikappingin og vatnkríggið og tilmelding verður í deildini hjá Eik í Klaksvík frá mikudegnum.
SKRÁ FYRI FRÍGGJAKVØLDIÐ
18:00
Fiskikapping á Kósabrúnni
Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni. Í ár verður kappast um stórar vinningar.
19:00
Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.
Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar KL 20.00. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.
Eftir at fløskupostarnir eru tveitir í Kalsoyarfirði verður siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík FRÁ MIKUDEGNUM og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir og vatnpistólar (avmarkað nøgd) at brúka til vatnkríggj.
Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum.
Kl. 22:00
Stór útikonsert á Stangabrúnni
Bólkar á Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert á Stangabrúnni.




