Mjølnar er gamalt áttamannafar úr Svínoy. Helst eitt tað seinasta áttamannafar sum er bygt til útróður uttan motor. Tað vóru Válamennirnir saman við teimun Har Heimi og øðrum sum lótu hann byggja, einaferð fyri seinna kríggj. Poul Jóhs. Poulsen úr Yvirtovu, vanliga nevndur Pollarin smíðaði bátin sum er serstakliga vakur.

Í Svínoy eru nógvir gamlir bátar sum eru í rímuliga góðum standi. Stig er tikið til at gera nakað við varveitingar og framsýning av hesum bátum. Felag er stovnað og farið er undir at samlað pening sum krevst til slíkt virksemi. Tað er Ólavur Hátún mentamaður úr Havn sum er barnvaksin í Svínoy sum hevur tikið stig til at stovnað varveitingarfelagið.
Fyri at gera vart við felagið verður hetta áttamannafarið sýnt fram á Stongunum á Sjómannadegnum