Hóskvøldið 15. august kl. 19 fara Dr. Bjørn Kunoy (løgfrøðingur í Uttanríkistænastuni) og Hans Elllefsen, PhD í búskapi at greiða frá “Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” og “Betri millumtjóða avtalur við spæliteori” Síðani verður eitt pallborð mannað av Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmanni, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan og Hans Ellefesen, PhD í búskapi. Kjakast verður um makrel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Vertur: Jón Brian Hvidtfelt
Skrá fyri fundin
FRAMLØGA 15-20 min. Dr. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni
“Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit”
FRAMLØGA 15 – 20 min. Hans Ellefesen, PhD í búskapi
Betri millumtjóða avtalur við spæliteori
Hann vardi fyri kortum PhD ritgerða á Sydansk Universitet “Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic”, har hugt var at avtalunum um pelagiskan fisk í Norðuratlantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft. Fokusið í ritgerðini er at hyggja at stabilitetinum av avtalunum, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð.
Panelborð:
Kaj Leo Jóhannesen, Løgmaður
Jacob Vestergaard, Landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Sjúrður Skaale, Fólkatingslimur
Pól Huus Sólstein, stjóri í NorthPelagic
Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan
Hans Ellefesen, PhD í búskapi (fiskimálaráðið)