Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur vitjar Fiskeridagene í Noregi: Ferðin til Kjøllefjord er komin áleiðis

John William Joensen

Umboð fyri Føroya Sjómannadag og Kl. Kommunu eru á vitjan í Kjøllefjord í Noregi, har Fiskeridagene í hesum døgum verða hildnir. Dávur Winther mentanarleiðari hevur sent okkum hesa frásøgn.

Ein partur av ferðalagnum við Johan Havn og Ólavi Poulsen á odda er komin fram. Seint í kvøld kemur restin av ferðalagnum.

Í gjár varð flogið í fagrasta verði og góðum terra við 26 stigum í Keypmannahavn, 25 í Oslo, 10 í Trømso og 6 stigum í Kjøllefjord. Í dag verður sagt frá vestanloti, sum kan geva eitt sindur av smáregni.

Flogið varð annars eftir skýfríum lofti eftir føgru og annarleiðis fjallarøðunum í Noregi. Longur norð tú kom, gjørdust fjøllini alt meira kavaklødd.

Og tað var ivaleyst hesin kavin, sum hálaði stigini niður, hóast tað hevði verið rættiliga heitt herfyri.

Í Kjøllefjord búgv um 1100 fólk, sum í stóran mun hava fiskivinnu sum livibreyð – eisini nógv almenn starvsøki eru.

Fiskeridagene, sum sjómannadagarnir verða kallaðir her, hava eina rúgvusmikla skrá, sum byrjaði mikudag, og halda fram til sunnudagin. Á skránni er ein fiskivinnu-ráðstevna og so ikki at forgloyma egnikappingina, sum verðinsmeisatarin Ólavur Poulsen og føroyameistarin John Havn skulu fáa seg royndar í.

Tað er ikki sørt av práti í Kjøllefjord, um hesar garparnar, sum koma til býin við sjálvum borgarstjóranum á odda. Tað veður havt á lofti, hvussu raskir hesir eru, og at hesir bukaðu alt rundanum seg í Føroyum í 2005 og í Íslandi 2006. Jú respektin ella virðingin fyri Føroyingunum er stór, og so mikið meira hava teir at liva upp til.

Men noregsmenn eru ikki ræddir at taka dystin upp. Teir ætla at berjast sum úlvur á skó og geva føroyingunum ein skarpan gang. Teir hava jú ærina at berjast fyri – og ikki minst sítt heimabeiti at verja. 

Spennandi verður at frætta, hvussu leikur fer.