Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagurin møguliga Ársins Mentanarbragd

Oliver Joensen

Dimmalætting biður í hesum døgum sínari lesarar stemmað uppá Ársins Føroying, Ársins Fløgu, Ársins Ítróttarbragd og Ársins Mentanarbragd.


Í hvørjum bólki eru 5 ymiskir kandidatar og í kappingini um at gerast Ársins Mentanarbragd, er Føroya Sjómannadagur tann eini.
Fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi eru spentir uppá hvussu teir fara at standa seg í kappingini, og sjálvt um kappingarneytarnir eisini eru áhugaverd boð, so vóna teir at fáa dyggan stuðul frá teimum mongu fólkunum sum hava notið gott av Sjómannadegnum – bæði landkrabbum og sjófólkum.
Til ber at stemmað uppá kandidatarnar uppá tveir mátar. Entin við at útfylla ein stemmiseðil sum er, ella við at senda sms við einum serligum teksti. Lesast kann meira um kappingina og reglurnar í Dimmalætting. 15. januar er síðsti møguleiki at stemmað og øll sum hava stemmað eru í kapping um tveir flogseðlar frá Atlantic Airways..