Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjósavn letur upp

John William Joensen

Annan páskadag, mánadagin 9. apríl kl. 14 letur Føroya Sjósavn upp fyri almenninginum.

Tíðindaskriv


Føroya Sjósavn er fyrsta almenna akvarium í Føroyum, og heldur til í tí sokallaða íshúsinum á Argjum, Rættargøta 1, beint sunnan fyri Sandágerð.
Á savninum eru trý stór akvariu við tilsamans uml. 24 tonsum av sjógvi umframt fleiri smærri akvariu. Í hesum akvarium eru fiskar og alskyns botndjór úr havinum kring Føroyar. Har eru m.a. toskur, hýsa, seiður, hávur, havtaska, rognkelsi, høgguslokkur, fleiri sløg av krabba, kræklingur, øða, jákupsskel og mong onnur sløg av botndjórum og vøkstri, íalt umleið 30 fiskasløg umframt skeljadjór, krabbar o.a.
Talið av fiska- og djórasløgum á savninum veksur alsamt. Savnið fær hvørja viku okkurt nýtt fiska- ella djóraslag frá m.ø útróðrarbátum og skipum. Savnið hevur fingið stóra hjálp frá fiskimonnum og øðrum at útvega fisk til savnið.
Sum eina roynd var savnið opið á ólavsøku 2006, hóast alt tá ikki var liðugt. Tað vitjaðu óvæntað nógv fólk teir báðar dagarnar, tilsamans millum tvey og trý túsund fólk.
Fyribils er ætlanin at hava opið hvønn leygardag og sunnudag millum kl. 14 og 18. Seinni verður helst eisini opið mitt í viku.
Umframt at savnið verður opið fyri almenninginum verður møguleiki hjá skúlum, barnagørðum o.ø. at gera avtalu um at vitja á savninum. Eisini er ætlanin, at møguleiki skal vera hjá skúlum at leggja partar av undirvísingini í eitt nú lív- og náttúrufrøði á savninum, har arbeitt verður við at innrætta eina skúlastovu.