Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya størsta frílendisætlan handað mánadagin

Jóhann Lutzen

Føroya størsta frílendisætlan – Frílendið Boðanes-Hoydalar – verður handað Anniku Olsen, borgarstjóra, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu mánadagin tann 15. mai kl 13.30

Føroya størsta frílendisætlan – Frílendið Boðanes-Hoydalar – verður handað Anniku Olsen, borgarstjóra, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu mánadagin tann 15. mai kl 13.30 

Um viðrar verður handanin niðri við Boðanesgjógv, sí reyða pílin á myndini. Viðrar ikki, verður handanin í staðin á Gróðurstøðini í Hoydølum.

Frílendisætlanin er gjørd av einum arbeiðsbólki, við umboðum frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar kommunu og Søvnum Landsins.

Staðið við Boðanesgjógv, har handanin ætlandi skal vera, er á toftini av lýsismeltarínum hjá Ludda Kristjani. Húsið gjørdi William Heinesen kent í søguni um Don Juan fra Tranhuset.