Í vikuskiftinum 29.-31. august 2014 verður Føroya Størsta Harmonikutreff í Fuglafirði. Mentanarhúsið verður karmur um tey flestu tiltøkini, men ymisk onnur støð í Fuglafirði rúma onkur av mongu tiltøkunum.
Í vikuskiftinum 29.-31. august 2014 verður Føroya Størsta Harmonikutreff í Fuglafirði. Mentanarhúsið verður karmur um tey flestu tiltøkini, men ymisk onnur støð í Fuglafirði rúma onkur av mongu tiltøkunum.
Skráin verður á tremur við tónleiki og undirhaldi, her eru nøkur av tingunum tit kunnu uppliva:
Tónleikur: Sveriges Cultband (SV), Bayan Tonic (NO), Feðgarnir Bækgaard (DK), Jens T. Dalsgaard (DK), “Upp á tá” v/Elis Poulsen, Hákun Hansen, Kim Hansen, Kallar, Spælimenninir í Nólsoy, Klaksvíkskingar, Suðringar, Hanna og Terji, Spælimenninir í Havn, Angelika Nielsen og Anna Hudepohl, Harmonikuvinir, Vinir v/Martin Johannesen en og Musikskúlanæmingar.
Annað: Camping, Syngið við fyri børn, Teknifilmar, Klovnar, Hoppiborgir, Barnadiskotek, Ríðing, Biografur fyri ung og annað undirhald, Loppumarknaður, Kaffi, Pannukøkur, Festivalbúffar, Grilling og morgunmatur í Mentanarhúsinum.
Prísurin fyri alt vikuskiftið er einans 295,- fyri vaksin og 100,- fyri tey sum eru undir 18 ár. Atgongumerki kunnu keypast her:https://www.ebillet.dk/simple/buy.listtt.aspx?&refno=16580
Camping møguleiki
Camping verður á økinum niðanfyri Mentanarhúsið, har eini 40 vognar sleppa at standa. Tilmelding á fuglafjordurcamping@hotmail.com (skriva navn, stødd á vogni og limanr. hjá camping.fo). Kostnaður 500,- fyri alt vikuskiftið fyri limir í camping.fo og 750,- fyri ikki limir.
Harmonikufelag Føroya og Mentanarhúsið




