Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya størsta skomm !

John William Joensen

Tað er fríggjadagur 15 desember 2006 og Kl er 09.50 Føroya Løgting sessast til fund nr 41, uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, um “Kynsliga orientering” tiltikna grein 266 B.

Eftir drúgva viðgerð við broytingaruppskotum aftur og fram, verður Føroya størsta skomm nakrantíð, samtykt.

Og sum tað eisini bleiv sagt beint aftaná, av mongum – hetta er bert byrjanin, og livst so spyrst, tí longu nú eru røddir frammi um at loyva skrásettum parlagið og allari aðrari óhumsku, sum ikki hoyrir heima í einum kristnum landið, og tí er tað so sera umráðandi, – nú val stendur fyri durum, at vit velja fólk sum standa fyri tí kristna arvinum, tí Gud letur seg ikki spotta, og hann hevur heldur aldrin signað – hvørkið land ella fólk, har siðloysi ræður.

Sjálvur valdið eg tjóðveldið í eini 30 ár ella meira, – men so fekk eg eyguni upp fyri hvørja leið hesin flokkur vildi halda í etiskum, moralskum og bíbilskum spurningum, og tá var eg skjótur at velja hann frá. Ja heldur samband á einum kristnum støði, enn tjóðveldið og loysing við siðloysi.

So mín áheitan til øll tey trúgvandi í Føroya landið, – veljið við umhugsni tey sum uppstillaði eru og kannið eftir hvat tey standa fyri í hesum álvarsmálið sum er við ella ímóti Guds orðið.

Tey í atkvøddu fyri grein 266 B. Vóru.

Annita úr Fríðriksmørk. Tjóðveldi
Finnur Helmsdal. Tjóðveldi
Heidi Petersen. Tjóðveldi
Hergeir Nielsen. Tjóðveldi
Høgni Hoydal. Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu. Tjóðveldi
Torbjørn Jacobsen. Tjóðveldi

Edmund Joensen. Sambandsfl.
Johan Dahl. Sambandsfl.
Olav Enomoto Sambandsfl.
Kai Leo Johannesen. Sambandsfl.
Lisbeth Petersen. Sambandsfl.

Andrias Petersen. Javnaðarfl.
John Johannesen. Javnaðarfl.
Kristian Magnussen. Javnaðarfl.
Vilhelm Johannesen. Javnaðarfl.

Poul Mikkelsen. Fólkafl.

Íalt 17 atkvøður fyri “Siðloysi”.

Tey í atkvøddu ímóti grein 266 B. Vóru.

Alfred Olsen. Sambandsfl.
Marjus Dam. Sambandsfl.

Anfinn Kallsberg. Fólkafl.
Jógvan við Keldu. Fólkafl.
Jørgen Niclasen. Fólkafl.
Kjartan Joensen. Fólkafl.
Òli Breckmann. Fólkafl.
Heðin Zachariassen. Fólkafl.

Gerhard Lognberg. Javnaðarfl.
Henrik Old. Javnaðarfl.
Sverri Midjord. Javnaðarfl.

Jenis av Rana. Miðflokkurin.
Bill Justinussen. Miðflokkurin.

Karsten Hansen. Tjóðveldisflokkurin – nú í Miðflokkinum.

Kári P Højgård. Sjálvstýrisfl.

Ìalt 15 atkvøður ímóti “Siðloysi”.

Løgtingsformaðurin er oftani frammi, nú seinast í samband við eina vallýsing, um “Tignina” í løgtinginum og løgtingshúsinum, – fyri mítt viðkomandi síggji eg onga “Tign” á hesum stað, fyrrenn øll tey í atkvøddu fyri grein 266 B. Eru vald út úr Løgtinginum.

Gott val og Gud signið mítt føðiland. Føroyar.
Kári Kjelnæs.

Harleyfacadeacryl