Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya svakasta orkestur ger comeback

John William Joensen

Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags fara at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Høvuðsmaðurin í bólkinum lovar eitt lívligt og festligt show, nú bólkurin fer at spæla fyri fyrstu ferð í fimm ár

Gloym alt um nútíðar rock, rapprock, grunge, punk og hiphop.
Nú koma teir orginalu orginalarnir afturíaftur.
Teir eru bæði politiskir og ókorrektir.
Føroya svakast orkestur spælir á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Ger so væl, Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags!
Tað eru liðin fimm ár, síðani teir seinast spældu. Tað var til ólavsøkukonsertina, tá ið teir fingu alt at kóka í Kommunuskúlagarðinum. Tey mongu fólkini stóðu púra býtt og gløddu, tá ið bólkurin kom á pallin, tí eingin visti rættiliga, havt tey skulu væntað, men tá ið Ólavur Presley og hansara menn fyrstu høvdu sett gongd í, vóru hvørki teir ella áhoyrararnir til at steðga aftur.
 
Eitt ordans show
Bólkurin hevur sín uppruna á tí, sum varð kallað Klaksvíkar Beat Festivali í 1972. Tá spældu teir í Atlantis Bio, og seinni spældu teir eisini til aðrar konsertir. Framførslurnar hjá Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags eru tiltiknar. Teir dugdu sum fáur at seta lív í áhoyrarafjøldina, og stundum var eisini okkurt púra óvæntað á skránni.
Men hvat skulu fólk so vænta frá bólkinum anno 2004.
– Vit eru kendir fyri at hava eitt gott show, og tað ætla vit okkum at liva upp til, sigur Ólavur Klakk, sum í hesum samanhangi gongur undir navninum Ólavur Presley.
Bólkurin hevur nógvar stuttligar sangir at taka – t.d. Mín Dingeling, Lambið sigur mæ, Ein nátt við tær og Fepur.
Alt hetta og annað gott verður at hoyra, tá bólkurin fer at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík.
 
Gekkur spælir bass
Menninir, sum manna Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags, eru kendir og royndir tónleikarar.
Ólavur Klakk er tann lívligi oddamaður, sum við sínum sangi og skráli hevur sett nýggjar normar fyri framførslu á føroyskum palli.
Afturat sær hevur hann Rudolf Joensen, sum tey flestu munnu kenna sum vertin í Gekkinum, Sonhard Johannesen, sum er royndur trummuspælari, Eliesar í Pálsstovu, sum er gittarspælari, Hanus G. Johansen, sum fólk helst kenna sum framúr vísusangara, og so yngsta mann í bólkinum, Johannes Poulsen, sum spælir klaver.
Bólkurin hevur longu vant fleiri ferðir, og teir ætla sær at vera væl fyri, tá teir fara á pallin í Klaksvík.
– Eg haldi, at vit eru við at blíva gamlir, tí nú venja vit langt áðrenn, vit skulu spæla, vit stemma ljóðførini, og vit spæla í sama duri, sigur Rudolf Joensen.
Og so er at vóna, at fólk verða heit – um ikki fáa fepur – tá Ólavur Presley og hansara menn fara at spæla lívligan rock ´n roll á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 12. til 15. august.

 
 

Harleywoodpaint