Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Symfoniorkestur – familjukonsert

Oliver Joensen

Føroya Symfoniorkestur verður í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 3 desember og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 4.

Føroya Symfoniorkestur Familjukonsert
í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 3. desember kl. 17:00 og
í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16:00.
 
 
Frásøgumaður: Páll Danielsen
Solistar: Maria í Brekkunum og Berghild Poulsen
Stórt barnakór
 
Dirigentur:
Bernhard Wilkinson
 
Seinasta ár í desember hevði Føroya Symfoniorkestur eina sera væleydnaða Barna- og Familjukonsert í Havn og í Runavík við luttøku av ungum solistum og stórum barnakóri. Hetta tiltak verður í ár endurtikið, og vóna vit eina góða undirtøku, tí har verður lættur, fjølbroyttur og forvitnisligur tónleikur at hoyra. Skráin er sett saman soleiðis, at hon serliga skal tokkast teimum ungu, og vónandi vekja teirra áhuga fyri klassiskum tónleiki.
 
Konsertin byrjar við eini skemtiligum lagatyssi av kendum jólaløgum skipað av Leroy Anderson. Síðani koma nøkur dugnalig ungfólk úr Føroya Musikkskúla at framføra 1. sats úr kendu dupultkonsertini av J. S. Bach fyri tvær violinir og strúkarar. Ein fitt søga um tarvin Ferdinand, sum ikki vil vera við í tarvafikting, men heldur vil sita í friði úti á bønum og kenna angan av blómunum.
Páll Danielsen, sum øll kenna frá útvarpi og sjónvarpi, kemur at siga frá søguni saman við orkestrinum. Síðani verður spælt tónleikurin frá TV-røðini Jurassic Park av John Wiliams. Maria í Brekkunum og Berghild Poulsen fara at syngja vakra lagið Pie Jesu av Lloyd Webber. Hildið verður fram við tónleikinum út TV-røðini The Simpsons.
At enda verður eitt stórt barnakór við eini 150 børnum úr Fuglafirði, Leirvík, Runavík og Havnini, saman við orkestrinum, at framføra nøkur jólaløg, so sum Sledurokk, Nissupápi og Nissumamma o. o. Annars verður onkur aktivitetur, har øll verða biðin um at luttaka.
Konsertin er eitt samstarv millum Føroya Symfoniorkestur, Føroya Sanglærarafelag og Norðurlandahúsið. Atgongumerki á 75 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í kunningarstovunum í Runavík og í Havn.