Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2013 gjørdist 56 milliónir krónur eftir skatt. Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroya landsstýri, er 30 milliónir krónur. Sterka úrslitið kemst av øktari sølu og miðvísum effektiviseringum gjøgnum nógv ár.
Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2013 gjørdist56 milliónir krónur eftir skatt. Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroyalandsstýri, er 30 milliónir krónur. Sterka úrslitið kemst av øktari sølu ogmiðvísum effektiviseringum gjøgnum nógv ár.
TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYA TELE 1. MAI 2014
Føroya Tele hevur á ársaðalfundinum í dag kunngjørt ein sterkan roknskap fyri2013.
Roknskapurin fyri 2013 vísir eitt avlop á 56milliónir krónur eftir skatt; fyri skatt var úrslitið 72 milliónir krónur.Hetta er eitt munandi betri úrslit enn árini frammanundan og tað besta úrslitiðhjá Føroya Tele nakrantíð. Til samanberingar var úrslitið eftir skatt 33milliónir krónur í 2012.
Sterki roknskapurin er partvíst úrslit avøktum umsetningi og partvíst av einari miðvísari effektivisering.
“Vit hava ígjøgnum fleiri ár havt sum miðvístmál at skapa ein effektivan rakstur við tí endamáli at kunna bjóða føroyskabrúkaranum einfaldar og tryggjar loysnir við góðum prísum. Við rakstrarúrslitinumfyri 2013 hevur Føroya Tele nú ta fíggjarligu styrkina til at gjøgnumføra einmunandi prísniðurskurð á einari røð av tænastum,” sigur Kristian R. Davidsen,stjóri í Føroya Tele.
Aftur í ár rindar Føroya Tele sínum eigaraFøroya landsstýri 30 milliónir krónur í vinningsbýti.
Effektiv starvsfólk
Verður hugt eitt sindur nærri at roknskapinum fyri 2013 sæst, atrakstraravlopið – tað sokallaða EBITDA, ið er úrslitið áðrenn skatt ogavskrivingar – er 147 milliónir krónur, slakar tvær milliónir meira enn árið fyri.
Verður hugt eftir rakstraravlopinum yvir eittlongri tíðarskeið sæst, at Føroya Tele er vorðin ein munandi meira effektivfyritøka. Hetta sæst millum annað við, at rakstrarúrslitið seinastu fimm árinier vaksið úr 103 milliónum krónum í 2009 upp í 147 milliónir krónur í 2013.
“Starvsfólkini hava havt ein týdningarmiklanleiklut í áhaldandi tillagingini av fyritøkuni. Tað vil eg gjarna takka teimumfyri. Føroya Tele er í dag ein sterk og framtíðartryggjað fyritøka, sum bæðimegnar at gera neyðugar íløgur í fjarskiftiskervið í framtíðini og veitaføroyska brúkaranum nýggjar, bíligari og betri tænastur í komandi tíðum,” sigurKristian R. Davidsen.
Á vegamóti
Føroya Tele hevur sum fremsta setning í sínistrategisku leið at “seta kundan í miðdepilin í øllum sínum virksemi”. Góðaúrslitið í 2013 og effektiviseringin gjøgnum seinastu árini skal soleiðis fyrstog fremst koma kundanum til góðar.
Øðrumegin vera íløgur gjørdar í útbyggingar ífjarskiftiskervið; eitt nú skal Shefa-kaðalin umvælast, so vandin fyri slitumverður avmarkaður, og breiðbandið í Føroyum verður støðugt útbygt, soundirstøðukervið hjá føroyska brúkaranum verður uppaftur betri. Hinumegin vilFøroya Tele veita sínum kundum tænastur, sum í dygd og kostnaði kunnusamanberast við tað, sum fólk hava í øðrum londum.
Í hesi vikuni kom Føroya Tele við nýggjavørumerkinum ver, sum er eintænastueind, ið veitir munandi bíligari prísir á fartelefonsamskifti. ver hevur sum mál at vera trygt,einfalt og bíligt, og fortreytin er, at brúkarin sjálvur avgreiðir øll síniviðurskifti á netinum.
“Tíðin er komin til eitt veruligt frambrot, ogver lækkar veruliga prísirnar áføroyska marknaðinum. Hetta ber til, við tað at tænasturnar virka á einumnýggjum platformi, og tí vit miðvíst hava trimmað fyritøkuna gjøgnum fleiri ár,soleiðis at vit hava fingið ein sunnari rakstur við avlopi hvørt ár. Hettagevur okkum møguleika at lækka prísirnar, samstundis sum vit eru før fyri atgera neyðugar íløgur næstu árini,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í FøroyaTele.
Nevndarval
Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýraumboðum, sum eru vald av landsstýrinum, og trimum starvsfólkavaldumnevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum,valdi á aðalfundinum allar nevndarlimirnir aftur.
Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis:Klaus Pedersen, Jóhannus Egholm Hansen, Fanny Petersen og Annbritt Klausen, sumeru vald av landsstýrinum, og Janus Djurhuus, Ulla Stenberg og ChristianJoensen, ið eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við KlausPedersen sum formanni og Jóhannus Egholm Hansen sum næstformanni.




