Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele bjóðar bíligari og skjótari breiðbandshald

Danial Viðoy

2. november letur Føroya Tele dyrnar upp fyri nýggjum, bíligari og skjótum breiðbandshaldum, har størsta haldið er meira enn tvífalt so skjótt sum skjótasta haldið í dag.

2. november letur Føroya Tele dyrnar upp fyri nýggjum, bíligari og skjótum breiðbandshaldum, har størsta haldið er meira enn tvífalt so skjótt sum skjótasta haldið í dag, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Internetið er allastaðni. Vit nýta nógv fleiri tól til internetið, og vit nýta internetið til nógv fleiri tænastur. Hetta merkir, at alsamt fleiri føroyingar hava tørv á einum álítandi breiðbandi heima við hús. Tískil vil Føroya Tele tryggja, at føroyingar fáa atgongd til eitt breiðband, ið hóskar til øktu nýtsluna.

Nýtslan hjá vanliga brúkaranum er nógv økt seinastu árini, og fyri fleiri eru verandi ferðir ein avmarking. At vera á internetinum skal altíð vera eitt gott upplivilsi, og Føroya Tele hevur tí arbeitt miðvíst við at útbyggja kervið. Tíðin og tøknin eru nú búgvin, og tí kann Føroya Tele frá 2. november bjóða føroyingum nýggj, bíligari og skjótari breiðbandshald, har skjótasta ferðin er upp til 50 Mbit.

– Við nýggju haldunum nøkta vit tørvin, eisini hjá stórbrúkaranum. Serliga tað at síggja filmar umvegis internetið hevur kollvelt nýtsluna, og tí er kravið hægri ferð, um góðskan skal vera á einum høgum støði, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele.

Eitt fet rætta vegin

Nýggi samtaksstjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, hevur starvast uttanlands seinastu mongu árini og er vanur við skjótt breiðband. Hann hevur frá byrjan lagt dent á, at føroyska samfelagið í framtíðini skal hava atgongd til bíligari og skjótari breiðband. Tí eru nýggju breiðbandshaldini eitt fet rætta vegin í framtíðarhugsanini hjá nýggja stjóranum.

– Tað, at eg havi búð í USA seinastu átta árini, har fjarskifti og tøkni sum heild eru sera frammarlaga, fer at ávirka, hvar vit fara at flyta okkum. Nýggju breiðbandshaldini koma føroyingum til gagns og eru samstundis eitt fet inn í framtíðina, har vit lækka prísin og skrúva ferðina upp, sigur Jan Ziskasen, nýggjur stjóri.

Í USA hevur Jan Ziskasen verið eygleiðari til eina skjóta og stóra menning innan fjarskifti.

– Tær fyritøkur, sum ikki megna at fylgja rákinum, hvørva. Føroya Tele skal gerast ein upp aftur meira týðandi partur av føroyska samfelagnum við kundanum í miðdeplinum, sigur Jan Ziskasen.