Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele heldur kósina í broytingartíðum

Oliver Joensen

Føroya Tele hevði góðar 18 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum í 2008 eftir skatt.

 Hóast talan er um eitt munandi lægri ársúrslit enn árið fyri, so heldur samtakið settu kósina í eini tíð, har neyðugt er at laga fyritøkuna eftir broyttum marknaðartreytum, samstundis sum Føroya Tele eisini noyðist at brynja seg ímóti heimsumfatandi fíggjar- og búskaparkreppuni
Ársúrslitið hjá Føroya Tele var eftir skatt 18,3 milliónir krónur í 2008. Tað eru 20,2 milliónir krónur lægri enn avlopið í 2007, tá ársúrslitið hjá samtakinum var 38,5 milliónir krónur eftir skatt. Í fíggjarætlanini fyri 2008 var longu roknað við einum lægri ársúrsliti sammett við 2007, m.a. orsakað av broyttum marknaðartreytum og øktum kostnaði av SHEFA-2 kaðlinum.
Nevnd og leiðsla fegnast um, at tað hevur eydnast samtakinum at koma út úr 2008 við einum rímiligum avlopi. Harvið er setta kósin hildin í broytingartíðum, samstundis sum tað hevur verið neyðugt at brynja seg ímóti alheims fíggjar- og búskaparkreppuni.
Inntøkurnar hjá samtakinum vóru tilsamans 435,8 milliónir krónur í 2008, og samanborið við 2007 hækkaðu inntøkurnar av televirkseminum, sum er grundraksturin í fyritøkuni, 21,7 milliónir krónur. Størsti vøksturin stavar frá SHEFA-2, men bæði FT Net og Televarpið høvdu eisini hægri inntøkur enn árið fyri.
Hinvegin lækkaðu inntøkurnar hjá FT Samskifti, m.a. tí at inntøkurnar frá fastnetinum lækka alsamt, og tí at nýtslumynstrið sum heild broytist í samsvari við, at tøkniligu samskiftismøguleikarnir økjast. FT Samskifti staðfesti kortini í 2008 hægri kundatøl bæði í fartelfoniini, sum spakuliga avloysir fastnetið, og á breiðbandinum. Men broytta nýtlsumynstrið, øðrvísi marknaðartreytir og økt kapping hava við sær, at tænasturnar áhaldandi skulu lagast eftir nýggju tíðini.
Høvuðsorsøkin til eitt minni avlop í 2008 sammett við 2007 kann skiftast sundur í fýra partar.
Føroya Tele hevur tillagað prísirnar á fartelefoni uttanlands soleiðis, at kundarnir hjá Føroya Tele kunnu reika í øllum ES á jøvnum føti við aðrar ES-borgarar. Hetta kostaði samtakinum fýra milliónir krónur í mistum inntøkum í 2008, tí Føroya Tele hevur ikki atgongd til ES-avtalur um reikingarprísir.
Kostnaðurin til uttanlandssambandið øktist sjey milliónir krónur í 2008. Talan er her um nýggja SHEFA-kaðalin og Farice, sum Føroya Tele eigur saman við íslendingum. Úrslitið av kapitalpørtum í íløgum í m.a. útlendsk feløg var fimm milliónir krónur í halli, og fýra milliónir krónur fóru til hægri rentuútreiðslur. Tríggjar milliónir krónur vóru settar av til starvsfólk, ið vóru søgd upp í fjør heyst sum ein liður í at tillaga fyritøkuna. Talan er um tilsamans 23 milliónir krónur í meirútreiðslum.
Á aðalfundinum í dag var avgjørt at lata Føroya Landsstýri, sum er einasti eigari, fimm milliónir krónur í vinningsbýti. Eginpeningurin í Føroya Tele var 372 milliónir krónur við árslok 2008. Fíggjarætlanin fyri 2009 vísir, at ársúrslitið í 2009 verður heldur frægari enn í 2008, men tað er kortini ilt at meta um, hvussu fíggjar- og búskaparkreppan kann ávirka virksemið og ársúrslitið í ár.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur valt tríggar nýggar nevndarlimir, sum nú telur seks. Tað eru Fanny Petersen, Eyðhild Skaalum og Klaus Pedersen. Heini Zachariassen heldur fram í nevndini, og Ulla Stenberg og Jónhild Rasmussen halda fram sum starvsfólkavald umboð. Reidar Nónfjall og Randi Frederiksberg eru farin úr nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Heina Zachariassen sum formanni og Jónhild Rasmussen sum næstformanni.