Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyagrunninum eigur 60 mill. kr. í tøkum peningi

John William Joensen

Í svarið frá løgmanni uppá fyrispurning hjá Kára P. Højgaard sæst at í des. 2007 var eginognin í Føroyagrunninum 120 mill. kr. og í des. 2008 átti grunnurin 60 mill. kr. í tøkum peningi

Svar uppá fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni
Løgtingsmál nr. S-15/2008: Viðvíkjandi almennum grunnum

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Kann løgmaður upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu nógvir almennir grunnar finnast?

2. Hví standa hesir almennu grunnar ikki á løgtingsfíggjarlógini?

3. Hvørjir eru hesir grunnar, og hvussu nógvur tøkur peningur finst í teimum?

4. Eru ongar ásetingar ella bindingar, sum krevja lógarbroyting, um hesin peningur sambært fráboðan løgmans skal nýtast til gransking, útbúgving v.m?

5. Er innistandandi í ALS- og Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum við í samlaðu upphæddini, sum løgmaður metir kann nýtast til nevnda endamál?

6. Um ja, fer samgongan at fremja neyðugar lógarbroytingar, fyri at ætlanirnar kunnu gerast veruleiki?

Svar:
Til 1.
Talið av almennum grunnum er í dag 25. Sambært álitinum frá Fíggjarmálaráðnum frá november 2001 um landsstovnar og –grunnur er yvirlit og lýsing av 28 sokallaðum landsgrunnum og –stovnum. Við undantak av kommunala láns- og veðhaldsgrunninum, sum er tikin av og Jaðargrunninum og Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, ið eru lagdir undir Búnaðargrunnin, eru allir hinir 25 grunnarnir framvegis til.

Til 2.
Í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum er niðurstøðan, at allir hesir grunnar eiga at standa á løgtingsfíggjarlógini ella leggjast uttanfyri løgtingsfíggjarlógina, um serlig viðurskifti tala fyri tí. Arbeitt hevur verið við at fáa hesar grunnar við í løgtingsfíggjarlógina, men tað hevur gingið eitt sindur striltið. Ætlanin um at fáa viðurskiftini viðv. grunnunum í rættlag er ikki slept.

Til 3.
Grunnarnir eru hesir:
1. Húsalánsgrunnurin,
2. Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin
3. Íbúðagrunnurin
4. Apoteksgrunnurin
5. Sjálvsognarstovnurin Sambýlir
6. Føroya Realkreditstovnur
7. Fíggingargrunnurin frá 1992
8. Landsbanki Føroya
9. Íleggingargrunnurin
10. Føroyagrunnurin frá 1971
11. Forskotsgrunnur fiskiflotans
12. Búagrunnurin
13. Grunnurin ætlaður brekaðum (Happadráttagrunnurin)
14. Orðabókagrunnurin
15. Mentannargrunnur Landsins
16. Grunnurin Kikjubømúrurin
17. Fróðskaparsetur Føroya, Sjálveigandi Stovnur
18. Grannskingargrunnurin
19. Endurgjaldsgrunnur Alivinnurnar
20. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin
21. Frítíðargrunnurin
22. Arbeiðsloysistryggingin
23. Framtaksgrunnurin
24. Vinnuframagrunnurin
25. Jólamerkjagrunnurin.

Og varisliga mett vóru í desember 2008 umleið 4,1 mia. kr. tøkar í týdningarmestu grunnunum uttanfyri fíggjarløgtingslógina. Teir týdningarmestu grunnarnir og tøkur peningur teirra sæst í yvirlitinum niðanfyri.

SÌ MYND

Við ársenda í 2007 var tøki peningurin hjá øllum grunnunum uttanfyri fíggjarløgingslógina góðar 5,4 mia. kr.
Til 4. Tað eru nógvar ásetingar og bindingar, sum krejva lógarbroytingar, áðrenn hesin peningur kann nýtast til gransking, vøkstur o.a.

Til 5.
ALS- og Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin eru ikki við í tí samlaðu upphæddini, sum løgmaður metir kann nýtast til granskingar- og vakstrarendamál.

Til 6.
Um samgongan kemur ásamt um at fremja nevndu ætlanir, so verða neyðug stig tikin fyri at kunna útinna ætlanirnar, herundir eisini møguligar lógarbroytingar.

Í Tinganesi 6. februar 2009

Kaj Leo Johannesen,