Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyagrunnurin, Norðoyagrunnurin og Suðuroyargrunnurin

John William Joensen

Suðuroyggin hevur stóra afturgongd í fólkatali og nú feldi løgtingið uppskotið um ein Suðuroyargrunn

Fyri nøkrum fáum døgum síðani høvdu vit á Norðlýsinum eina oddagrein við umrøðu av Føroyagrunninum sum ein Norðoyagrunn, sum var upparbeiddur í Klaksvík. Hesin grunnur eigur at verða brúktur til projekt í Klaksvík og Norðoyggjum.

Norðoyggjar hava einki ímóti, at Suðuroyggin fær pening úr landskassanum, millum annað tí oyggin liggur geografiskt illa fyri. Har búgva hóast alt millum 10 og 15 prosent av føroyingunum. Hesin peningur eigur lutvíst at koma úr landskassanum.

Løgtingið feldi nú í vikuni uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum um ein Suðuroyargrunn, tí hann skal ikki verða nóg væl kannaður, hóast Jógvan Mørkøre og Magni Laksáfoss hava varskógvað um hetta nú í fleiri ár.

Norðlýsið hevur fyrr umrøtt fleiri størri fundir sum hava verið í Suðuroynni.

Nógv prát og fá úrslit
Í hesum árinum var stórur fundur har suðuri við politikarum og øðrum, men har kom onki burtur úr uttan hetta nú felda uppskotið.

Í fjør var ein annar fundur við sama endamáli. Tað sum kom burturúr tí fundinum var, at ALS-skipanin skuldi broytast, so tað blev lættari at fáa arbeiðsloysisstuðul.

Fyri fýra árum síðani var landsstýrið á fundi í Suðuroynni, fyri at fáa gongd á eina hjálp fyri Suðuroynna, men har hendi einki.

Vit her á blaðnum vístu tá á, tey tiltøk sum skuldu gerast.

Sum Norðlýsið hevur fylgt við, so kom bara eitt neyðaregg burturúr tí ferðini og tað var Íverksetarahúsið, sum landsstýurismaðurin, sum seinni fór frá, ætlaði at vera í Suðuroynni, flutti hann úr Suðuroynni til Klaksvíkar.

Vit hava her áður skrivað um, at Føroyagrunnurin er ein Norðoyagrunnur, og peningurin skal brúkast í Norðoyggjum.

Skal nakað gerast alemnt í Suðuroynni, má tað gerast úr landskassanum.

Harleywoodpaint