icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Føroyameistaraheitið hjá Klaksvíkingi er fult uppiborið

Jákup Ósá

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein frá Orminum Langa viðurkendi sigurin hjá Klaksvíkingi á ólavsøku.

Hann hevur róð nógv og vunnið nógv við Klaksvíkar Róðrarfelag, men hesaferð kappaðist hann ímóti Klaksvíkingi. Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur vunnið nógvar ólavsøkusigrar, men í ár gekk ikki, tá Ormurin Langi tapti hørðu kappingina við Klaksvíking í 10-mannafarsróðrinum.

– Tað var buldrasligt uttanfyri Molan. Nógv alda og tað følist sum um tað er ein javnur róður allan vegin inneftir. Eg var ikki ordiliga við í endanum, men tað føldist tungt hjá okkum, og tað hevur nokk kenst lættari hjá Klaksvíkingi. Sum eg skilji á lagnum, so missa vit eisini endan. Teir vóru betri á degnum. Tað var ein hampiligur róður hjá okkum, hóast tað ikki sat sum tað skuldi. Klaksvíkingur hevur vunnið 5 av 7 róðrum, og tá er føroyameistaraheitið klárt uppiborið og tað skulu teir á Klaksvíkingi hava stórt rós fyri, segði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við Norðlýsið eftir róðurin á ólavsøku.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fekk eisini spurningin, um hann fór at rógva aftur næsta ár og hvar um so var. Til tað segði hann, at tað einasta sum var vist var, at hann fór at rógva næsta ár. Hann dugdi ikki at siga, hvar og við hvørjum báti tað bleiv.