Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarar 8. árið á rað

Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar hava gjørt søguligt met, sum verður ringt taka. Í dag vunnu tær føroyameistaraheitið í kappingini hjá kvinnunum fyri 8. ferð.

Dysturin í Gøtu ídag vísti enn einaferð, at tað er eingin við síðuna av og eingin yvir KÍ kvinnunum tá tosað verður um kvinnufótbólt.

GÍ liðið, sum vann bronsuna ídag, mátti leggja rygg til eitt satt stórtap, tá tær á heimavølli taptu heili 5-0 ímóti framstormandi KÍ kvinnunum.

Hóast GÍ so at siga ongantíð megnaði at hótta KÍ verjuna í fyrra hálvleiki, so gekk rúm tíð til KÍ skoraði. Tað var Olga Kristina sum setti hol á tá einir 20 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki og síðani skoraði Malena tvey mál afturat til hálvleiksstøðuna 3-0 til KÍ. Í seinna hálvleiki fekk Malena tvey mál afturat, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 5-0 til KÍ. Ein uppiborðin sigur, sum kundi verið væl størri.

KÍ kvinnurnar vunnu sum kunnugt eisini Steypafinaluna, so aftur í ár kunnu tær kalla seg "Greipuvinnarar".
Tillukku við tí!

Harleyfacadeacryl