Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarin í Egnin til Noregs at kappast um heimsmeistaraheitið

John William Joensen

John Havn, sum í fjør vann FM í egning á Føroya Sjómannadegi fer um vikuskiftið til Kollefjord í norður Noregi at kappast um heimsmeistaraheitið í egning móti Norra og Íslandi.

Í fjør vann Ólavur Poulsen heimsmeistaraheitið á Sjómannadegnum í Íslandi, men hann tapti seinri um árið tepur fyri John Havn á Føroya Sjómannadegi.

Í ár er tað so luturin hjá Norra at skipa fyri heimsmeistarakappingini í Egning og hon verður á “Fiskeridagene” í Kollefjord í norður Noregi.

Avheintaður av Vesturvón
Føroyameistarin í egning, John Havn, siglir við Vesturvón og tí var ikki roknað við at hann kundi luttaka á sjómannadegnum í Kollefjord, men nú passaði tað soleiðis at Vesturvón fer avstað beint áðrenn Sjómannadagin í Kollefjord.
Vesturvón skal fyrst til Båtsfjorden áðrenn hann fer tí fiskiskap og tí bar til hjá John Havn at flúgva til Kollefjord, luttaka í egnikappingini leygardagin og síðani fara umborð á Vesturvón á Båtsfjorden sunnudagin.

Kommunalt samstarv
Við í ferðalagnum úr Føroyum eru eisini umboð fyri Føroya Sjómannadag, og harafturat er borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, og leiðarin á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð, Dávur Winther.
Teir verða gestir hjá Býráðnum í Kollefjord.