Aftur hesaferð fáa nógvar milliónir møguleikan at síggja landsdystin hjá Føroyum.
Danska sjónvarpsrásin Eurosport 2 hevur seinastu tíðina víst fleiri dystir hjá føroyska A-landsliðnum. Hetta er rás, sum nógvar milliónir av fólki hava atgongd til m.a. tey í Føroyum, sum hava vanliga parabol. Dysturin sunnudagin millum Føroyar og Andorra verður vístur á Eurosport 2 og byrjar kl. 17.00.




