Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar bastu Azerbaijan

John William Joensen

Í einum undirhaldandi dysti við høgari leikferð vístu U21 dreingirnir sínar dygdir. Ein sólskynssøga eftir tennissekkin hjá okkara A-landsliði

Dysturin millum føroyska U21 landsliðið og Azerbaijan, sum skuldi leikast i gjár, var avgreiddur á Svangaskarði í dag kl. 12.
Stutt áðrenn hálvleik komu Føroyar á odda við málið, sum Magnus Olsen, B71, skoraði. Hann rann upp ein bólt í høgru síðu, smekkaði til eftir jørð við fremru stong. Eitt gott einmans avrik. Í fyrra hálvleiki kom føroyska liðið til aðrar góðar møguleikar.
Móti endanum á seinna hálvleiki vóru føringar trýstir langt aftur. Nakrar vandamiklar støður komu í, men tá ið 93 minuttir vóru leiktir stóð føroyska liðið við sínum fyrstu 3 stigum.
Kristoffur Jakobsen leikti allan dystin á miðvøllinum og var ein at okkara bestu. Venjarar hjá U21 eru Bill McLeod og Heðin Askham.
Næsti dystur verður ímóti Kroatia á Tórsvølli mikudagin kl. 15.

Á heimasíðuni hjá UEFA, er støðan í bólkinum hendan:

Italia               4 dystir 12 stig
Kroatia            5            9
Grikkaland      4             9
Albania           4             6
Azerbaijan      5             3
Føroyar           4             0

Úrslitini hava verið hesi:
Italy- Albania 4 – 0, Croatia – Faroe Islands 2 – 0, Greece – Azerbaijan 4 – 1, Croatia – Greece 3 – 2, Albania – Faroe Islands 1 – 0, Italy – Faroe Islands 2 – 1, Albania – Croatia 1 – 0, Azerbaijan – Greece 0 – 2, Albania – Italy 0 – 1, Croatia – Azerbaijan 3 – 2, Faroe Islands – Greece 0 – 2, Italy – Croatia 2 – 0, Faroe Islands – Azerbaijan 1 – 0