“Føroyar eiga sum eitt ríkt og framkomið samfelag og eitt rúmligt fólk við samkenslu at taka ímóti flóttafólki”, sigur Hjalti í Jákupsstovu formaður í Reyða Krossi Føroya.
Reyði Krossur Føroya mælir til, at Føroyar sýna humanitert atlit og taka ímóti flóttafólki, og at komandi Landsstýrið beinanvegin viðger, hvussu hetta kann gerast.
Eisini mælir Reyði Krossur Føroya til, at Landsstýrið hækkar neyðhjálpina og vísir, at Føroyar sýna ábyrgd og menniskjansligt atlit, nú so nógv fólk eru rakt av ræðuleikunum av drúgvum vápnaðum kríggi – eitt nú í Sýria og í fátøku grannalondunum, ið hýsa fleiri milliónum flóttafólkum.
Reyði Krossur Føroyar savnar inn á hvørjum ári og sendur humanitera hjálp til heimsins brennideplar. Í 2013 og í 2014 sendi Reyði Krossur Føroya áleið helmingin av innsavnaða peninginum til at hjálpa sýrisku og irakisku flóttafólkunum, ið eru offur fyri kríggið.
“Beint nú hevur heimurin størstu humaniteru kreppuna nakrantíð síðani seinna heimsbardaga. Áleið 60 milliónir fólk eru noydd at rýma heiman og liva sum flóttafólk. Hesi fólk hava bráðfeingis tørv á hjálp frá heimssamfelagnum. Teimum tørvar alt. Mat, vatn, klæðir, heilivág og innivist, og børnini hava tørv á at sleppa í skúla. Men mest av øllum tørvar teimum tryggleika og frið”, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Landsinnsavningin 2015 hjá Reyða Krossi verður leygardagin 12. september. Áleið helmingurin av innkomna peninginum fer til neyðhjálp til fólk, ið eru offur fyri kríggj. Restin fer til bráðfeingishjálp í sambandi við náttúruvanlukkur umframt til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum.




