Nú bendir alt á, at uppskotið um at niðurleggja okkara sjey
uppstillingardømi verður samtykt.
Tað er nevnliga meiriluti í tinginum fyri hesum uppskoti. Teir, sum eru ímóti, fara eftir øllum at døma ikki at gera tað einasta, sum kundi støðgað tí. Tað hevði verið, at seks samgongulimir skriva eitt bræv til løgmann og siga honum frá, at sær hann ikki til, at vallógaruppskotið verður tikið av
borðinum, so fara teir beinanvegin í tingið við uppskoti um misálit á hann.
Eitt slíkt uppskot hevði andstøðan verið noydd til at greitt atkvøðu fyri, og so hevði løgtingsval verið til vanliga tíð í fyrru helvt av november.
Lítið trúligt er, at teir tingmenn í samgonguni, sum siga seg vera ímóti at leggja niður uppstillingardømini, fara at seta trumf á, og tí mugu vit rokna við, at til komandi løgtingsval fara vit at hava landsumfatandi listar.
Hetta kemur at geva nógv nýggj ivamál. Tvey kunnu nevnast her.
Hvør skal koma upp á listarnar?
Ein møguleiki hevði verið, at vit eins og í USA hava eitt undanval, har veljararnir hjá teimum politisku flokkunum sleppa at atkvøða um, hvør ið skal stillast upp fyri flokkin.
Skulu vit hava loyniligt val?
Í næsta grannalandi okkara, Stórabretlandi, verða allar atkvøðurnar í valdøminum savnaðar saman í einum stað, og verða har taldar upp. Teir siga, at verða atkvøðurnar taldar upp í hvørjari bygd sær, ber alt ov væl til at eygleiða hvør ið atkvøður fyri hvørjum, og harvið kunnu veljararnir verða
kroystir til at atkvøða øðrvísi teir innast inni vilja.
Við teimum samferðslumøguleikum, vit hava í dag, er tað einki problem at savna allar atkvøður í øllum Føroyum saman í einum stað og telja tær upp á ein slíkan hátt, at tað ikki ber til hjá nøkrum at siga, á hvønn ein ávísur veljari hevur atkvøtt.
Zakarias Wang




