Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar er ein fanatiskt tjóð

Hergeir Staksberg

Veit væl, at fanatisma er eitt fy orð, og tað er nokk ongin, sum vil ganga við til at vera fanatikari, men hvat merkir fanatisma?

Veit væl, at fanatisma er eitt fy orð, og tað er nokk ongin, sum vil ganga við til at vera fanatikari, men hvat merkir fanatisma?

Sambært tveimum ymiskum orðabókum, so merkir fanatisma:
1) Ensidig, intolerant og blind tro på en sag, fx religiøs eller politisk.
2) Wildly excessive or irrational devotion, dedication, or enthusiasm.
So er tað spurningurin: Kann mann trúgva á kristindómin uttan at verða fanatisk/ur?

Kristindómurin krevur, at mann ereinsporaðurogintolerantur: Tað er bara ein vegur til sannleikan, og øll onnur boð upp á sannleikan eru skeiv. Víðari eru manglandi prógv sjálvt grundarlagið fyri blindari trúgv. Hetta samsvarar við: Ensidig, intolerant og blind tro på en sag.

Kristindómurin krevur eisini, at mann hevur einirrationellan loyalitetmótvegis Jesus, sum mann ongantíð hevur møtt, men bara hevur lisið ella hoyrt um. Víðari krevur tað bæðiirrationellan loyalitetog entusiasmuat geva lív sítt upp í hendurnar á Jesus og trúgva upp á eitt lív eftir deyðan. Hetta samsvarar við: Irrational devotion, dedication, or enthusiasm.

At vera fanatiskur og kristin kunnu sostatt ikki skiljast at. So er tað spurningurin: Er tað rætt at politikarar kalla Føroyar fyri eina kristna tjóð, tá hetta implisit merkir: Føroyar er ein fanatisk tjóð?


Hergeir Staksberg