Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar, ES og Norra samd um makrelbítið

John William Joensen

Tað ber ikki til at fáa tíðindini váttaði men tað er greitt at samráðingarfólkini eru komin á mál við einari semju sum hevur verið hildin loynilig til hvør smálutur er komin uppá pláss. Sum skilst er føroyski parturin 12,6 %. Men leingi sá út til at Norra ikki gjørdist partur av semjuni og so hevði føroyski parturin verið umleið 14%– men nú er váttað frá álítandi keldum at Norra ES og Føroyar eru klár at skriva undir semjuna.

Sum skilst fer ES ikki at avtaka handilsstongsulin tí enn er ikki semja um bíti av norðhavssildini.

Samráðst hevur verið áhaldandi og seinastu dagarnar hevur ógjørligt verið at fingið landsstýrið ella samráðingar fólkini á tal. Tað er heldur ikki eydnast okkum at fingið at vita nær avtalan verður almenn.

Russland og Ísland eru ikki við í avtaluni sum verður undirskriva í kvøld á sendistovuni í London.