Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar fyrireika seg í Sørvági

Jákup Ósá

A-landsliðshópurin fyrireikar seg til landsdystin móti Andorra í Sørvági.

Tá A-landsliðshópurin kom til Føroyar í gjár, gekk leiðin beinleiðis til Hotel Vágar, har hópurin býr vegna plásstrot á hotellum í Tórshavn. Føroyska liðið venur á nýggja graslíkisvøllinum í Sørvági, har venjing var í gjár og í morgun. Eingin venjing verður á Tórsvølli áðrenn dystin í morgin móti Andorra. Hinvegin venur Andorra á Tórsvølli seinnapartin. Bæði liðini hava tíðindafund í Tórsvallarhúsinum seinnapartin.

Mynd: FSF