Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar hava altíð vunnið á Liktinstein

Jákup Ósá

Føroyar og Liktinstein hava spælt tríggjar ferðir venjingardyst móti hvørjum øðrum. Føroyar hava vunnið teir allar. Fyrsti dysturin var í 2000, tá Føroyar á útivølli vunnu 1-0 við máli frá Una Arge. Hendan dagin vóru seks leikarar í uppstillingini, sum spældu uttanlands. Í 2002 vunnu Føroyar aftur 1-0 við máli frá Una Arge og hendan dystin var føroyska liðið bara mannað við leikarum í heimligu kappingini. Tann dysturin var spældur á Kypros. Seinni sama ár spældu liðini í Føroyum og tá vunnu Føroyar 3-1 við málum frá Christian Høgna Jacobsen, Fróða Benjaminsen og Julian Johnson. Hendan dagin var bara ein leikari við, sum spældi uttanlands.

2000: Liktinstein-Føroyar 0-1

2002: Liktinstein-Føroyar 0-1

2002: Føroyar-Liktinstein 3-1

Hesaferð eru 8 leikarar við, sum til dagliga spæla uttanlands, so helst eru fyritreytirnar góðar fyri at fáa fulla úrtøku aftur hesaferð. Landsdysturin verður leiktur mánakvøldið kl. 18.00 og kann síggjast á Rás 1 og kann stroymast á heimasíðuni hjá FSF.

Kelda: FaroeSoccer