Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar – Italia 1-2 (0-1): Atli legði upp og Rógvi skoraði ímóti Italia

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hetta framúr úrslitið var fyrst og fremst einum framúr føroyskum liðavriki at takka, men satt at siga vóru tað tveir av klaksvíkingunum á liðnum, sum áttu føroyska málið.

At Føroyar taptu einans 1-2 á Tórsvølli ímóti sjálvum heimsmeistarunum er higartil besta úrslitið hjá a-landsliðnum, síðan Jógvan Martin Olsen tók við sum landsliðsvenjari, og gleðin var eisini týðilig at síggja í andliti venjarans eftir dystin, har Føroyar at enda skelkaði heimsmeistararnar somikið nógv, at tann allar seinasta partin av dystinum vildu bara draga tíðina út og hava dystin avgreiddan.

Tað bleiv eisini sannur fólkarómur og regndansur av føroysku áskoðarunum, tá Rógvi Jacobsen umleið eitt korter undan dystarloki skallaði flotta innleggið úr høgru frá Atla Danielsen dygst fram við fremru stong uttan møguleika hjá Buffon at bjarga.

Hetta málið var krúnan á einum framúr avriki frá føroyska landsliðnum, sum hendan regnváta Norðoyastevnuaftan gav Gattuso & Co. ein skarpan gang.
Stuttligt var m.a. at eygleiða Mikkjal Thomasen í besta løgreglu-fótbóltsstíli dystast við kempara nummar eitt hjá Italia, Gattuso, um hvønn einasta bólt, og tað var verri enn so altíð, at tann bláklæddi vann hesar hørðu duellirnar á miðvøllinum.

Sum kunnugt eru tað eisini tveir klaksvíkingar, sum í løtuni eiga tað føroyska landsliðsmálið, har Meinhardt Joensen er eykamaðurin hjá Jákupi Mikkelsen, sum hendan dystin spældi ein góðan dyst og m.a. bjargaði einum sera vandamiklum frísparki frá Pirlo í seinna hálvleiki, sum Mikkelsen fekk jústað út á stongina. 

Málið til 1-0
var off-side!

 
Hetta ljóðar kanska sum burturforkláring, og tað broytir nú heldur ikki upp á úrslitið, men tey, sum sóu dystin í sjónvarpinum kundu saman við Eli Hentze viðmerkjara staðfesta, at fyrsta málið hjá Italia og Insaghi var off-side og átti tí ikki at talt við.

Hendan detaljan skal nú ikki oyðileggja føroysku gleðina fyri hetta framúr avrikið, men tað sigur kortini ikki so lítið um, hvussu nær Føroyar í veruleikanum vóru eini heilt stórari sensatión hendan dystin. 

Takk til Jógvan Martin Olsen og hansara menn fyri eitt framúr avrik.

Nú má maður fara frá húsi út á Svangaskarð mikukvøldið at heppa landsliðið ímóti Skotlandi, tí móti teimum hava vit fyrr fingið tað at borið heilt væl til – spyr bara John Petersen og Jákup á Borg!

KOYR Á FØROYAR!!