Flogbóltur: Føroyska A-kvinnulandsliðið í flogbólti hevur vunnið sín fyrsta dyst í EM-undankappingini fyri smátjóðir, sum er í Íslandi um vikuskiftið. – Føroyar vunnu nevniliga í dag 3-1 á Luxemburg.
Flogbóltur: Føroyska A-kvinnulandsliðið í flogbólti hevur vunnið sín fyrsta dyst í EM-undankappingini fyri smátjóðir, sum er í Íslandi um vikuskiftið. – Føroyar vunnu nevniliga í dag 3-1 á Luxemburg.
Flogbóltslandsliðið hjá kvinnunum hava fingið ta byrjan, sum vónað var. Ein greiður sigur í fyrsta dystinum í bólkaspælinum er ein ynskibyrjan.
Norðlýsið hevur verið í samband við eina av leikarunum, sum lat væl at dystinum. Sambandið var avmarkað, so ein greið lýsing av dystinum er ikki tøk.
Men veruleikin sigur, at Føroyar hava vunnið sín fyrsta dyst í EM-undankappingini fyri smátjóðir.




