Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar – Litava 2-1 (1-1): SVANGASKARÐ ER SKANSIN

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Statistikkurin, Stemningurin, Stórsligna landslagið og Søguligu avrikini gera Svangaskarð til Skansa okkara nummar eitt, sum vísti seg at vera rætti karmurin um enn eitt søguligt landsliðsavrik – ein djørv og røtt avgerð av Brian Kerr – THANK YOU, BRIAN.

Tað var her, vit Hans Fróði Hansen javnaði til 1-1 ímóti skotum upp á hornasparkið frá John Ryan, tað var her John Petersen skoraði tey heimsgitnu tvey málini eftir uppspæl frá Jákupi á Borg, tað var her Todi Jónsson rann frá russisku verjuni og legði Føroyar framum 2-1, tað var her Todi javnaði til 2-2 ímóti Spania, tað var her Øssur Hansen javnaði til 2-2 ímóti Slovenia … alt hetta hendi her á Svangaskarði, og vit kundu hildið fram.

Og mín sann um ikki Svangaskarð aftur í 2009 – eftir at hava verið gloymt og goymt burtur í eina tíð – enn einaferð hevur prógvað, at tað ER okkara besti og rætti heimavøllur, tí í kvøld, mikukvøldið 9. í 9. í 9, hava Føroyar á Svangaskarði vunnið 2-1 á Litava.

Hetta er ein søguligur sigur, tí sum skilst er hetta fyrsti sigur hjá føroyska landsliðnum á einum landsliði, sum er í hægri styrkisbólki enn vit, síðan søguliga 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona á sinni – sanniliga ein søguligur sigur.

Jú, hetta var ein dagur, har Brian Kerr tók nógvar djarvar, klókar og hepnar avgerðir – millum annað var tað hansara avgerð, at vit skuldu spæla hendan dystin á Svangaskarði – genialt, má sigast!
Millum aðrar djarvar avgerðir var eisini tann at brúka Bartal Eliasen í miðverjuni, har hann vísti seg at vera framúr saman við stóra Atla Gregersen til at verja føroyska luftrúmið í verjuni – fantastiskt!
Og so mugu vit ikki gloyma málskjúttarnar. Eitt flott fríspark, vunnið av Holst, sum Súni Olsen sendi í netið við einum fantastiskum frískparki, og 2-1 málið av Arnbjørn Hansen, sum Kerr eisini hevur kallað innaftur í landsliðshitan.

Ein onnur søgulig hending í hesum dysti var tann, at hetta – sum skilst – er seinasti heimadystur fyri landsliðið hjá Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverja, sum aftur hesaferð stóð ein branddyst í málinum. Ein virðiligur avslutningur hjá Jákupi á heimavølli. Eitt serligt tillukku til tín, Jákup, og ein hjartans tøkk.

– – –

Tað er nakað serligt við Svangaskarði. Flestu stadion liggja mitt í býunum, eisini Tórsvøllur, og tí er Svangaskarð nakað heilt serligt at uppliva – eisini hjá gestunum, sum spæla ímóti Føroyum, sum næstan altíð minnast til "the fantastic scenery" (tað fantastiska landslagið og útsýnið) á Svangaskarði, sum uttan iva fær vitjandi leikararnar veruliga at kenna seg á fremmandari "fjalla"grund – hetta er heilt vist ein fyrimunur fyri føroyska liðið.

Eisini er meira áskoðaradámur á Svangaskarði – ein dámur ella stemningur, sum kann gerast enn betur, um nakrar milliónir verða brúktar upp á gera nøkur áskoðaratøk og veggir, sum bæði høvdu vart fyri regni og vindi OG ikki minst skapt meira gang og dám inn á vøllin til leikararnar.

Jú … Svangaskarð er skansi okkara nr. eitt – tað var sjón fyri søgn enn einaferð í 2-1 sigrinum á Litava tann níggjunda í níggjunda í níggju.

TILLUKKU FØROYAR
TILLUKKU BRIAN KERR
TILLUKKU SVANGASKARÐ

Harleywoodpaint