Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar luttaka á NEVZA U19 2014

Tíðindaskriv

Føroyar luttaka á NEVZA U19 2014, North European Volleyball U19 Championship

Í døgunum 14 til 16 oktober, luttaka tvey flogbóltslandslið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19 fyri menn og kvinnur. Kappast verður um norður evuropiska meistaraheitið fyri U19 flogbóltslandslið, fyri menn og kvinnur.

Kappingin er í Ikast høllini í Danmark, har kappast verður um meistaraheitið í 3 dagar. Tað er danska flogbóltssambandið, sum skipar fyri U19 kappingini hesuferð.

Føroya senda 12 ungar kvinnur og 12 ungar menn avstað, í aldrinum 15 til 19 ár. Tey fara at kappast ímóti landsliðum úr Danmark, Íslandi, Onglandi, Noregi og Svøríki. Í fjør vunnu danir meistaraheitini, bæði hjá kvinnunum og monnunum.

Kvinnurnar spæla móti Íslandi týsmorgunin kl. 8 og móti Danmark kl. 17 (fø-tíð). Menninir spæla móti Danmark kl. 10 og móti Svøríki kl. 14:30. Úrslitini frá dystunum kunnu síggjast á fbf.fo og á Facebook undir NEVZA U19 2014, har møguleiki eisini verður at streama dystirnar beinleiðis.