Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar móti Fraklandi í 1/8 finaluni í morgin

Jákup Ósá

Í morgin skal føroyska U21 landsliðið spæla 1/8 finalu í HM endaspælinum í Algeria.

Avrikini hjá Føroyum hava verið góð í hesum søguliga endaspælinum, og liðið hevur vunnið móti bæði Suður Korea og Kili. Harafturat gav liðið stóra mótstøðu til Týskland, meðan avrikið seinast móti Ungarn kanska var tað lakasta.

Nú skulu Føroyar spæla 1/8 finalu og mótstøðuliðið er Frakland, sum telist millum størstu favorittarnar í kappingini. Dysturin byrjar kl. 14.00.

Mynd: HSF