Í dag kl. 16:30 skal føroyska U17 landsliðið royna seg móti Onglandi í NM í Finska býnum Vaas, og føroyski venjarin váttar, at báðir klaksvíkingarnir verða við frá byrjan
Norðlýsið fer at fylgja dystinum, sum byrjar kl. 16:30 føroyska tíð. Ongland vann í sínum fyrsta dysti 1-0 á Svørríki.
Kristoffur Jakobsen og Mathias Samuelsen úr KÍ verða báðir við frá byrjan.
Rógvi Rygshamar, málverji úr LÍF, sum byrjaði inni móti Danmark, fekk træ-lær í dystinum móti Danmark og verður tí ikki við í dag.




