Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar skaptu sensatiónina

Jákup Ósá

Føroyar framdu eitt tað størsta bragdið í nýggjari tíð, tá liðið fult uppiborið vann á útivølli móti Grikkalandi.

Tað sást beinanvegin í dystinum, at hetta var eitt sera væl upplagt føroyskt lið og samstundis rakti Grikkaland als ikki dagin. Uppá mangar mátar var talan um ein sera óvanligan føroyskan dyst, tí tað var Føroyar, sum skaptu teir bestu møguleikarnar, sum gjørdu færri mistøk og sum uppá nógvar mátar bara var betra liðið. Í fyrra hálvleiki kundi Føroyar verið á odda bæði 1-0 og 2-0, tí Brandur H. Olsen, sum annan dystin á rað spældi framúr, skeyt frísparksroynd á stongina, meðan Jóan Símun var púra fríður, men skeyt beint á málverjan.

Góða føroyska spælið helt fram í seinna hálvleiki, tá m.a. Fróði Benjaminsen hevði skot á stongina. Men góða føroyska spælið fekk løn fyri stríðið, tá Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið í dystinum. Grikkaland kom eitt sindur fyri seg eftir málið, men nærri enn eina roynd á yvirleggjaran kom Grikkaland ikki.

Ein sensatión bleiv veruleiki, og tað var í tráð við leikgongdina. Leikliga var talan um kanska besta føroyska avrikið á útivølli nakrantíð. Og tað var yvir alla linjuna, at avrikini vóru framúr. Fremst var Jóan Símun Edmundsson framúr og spældi sín besta landsdyst nakrantíð og á miðvøllinum tykist samansetingin við Fróða, Halli og Brandi at rigga framúr væl – hóast vit miðlar hava sett spurnartekin við at Fróði og Hallur kundu rigga saman – kantarnir í Sølva Vatnhamar og Christian L. Holst skaptu nógv. Meðan verjuparturin, har Atli Gregersen skaraði framúr, hekk sera væl saman. Venjarin Lars Olsen eigur stórt rós uppiborið fyri, at hava gjørt føroyska liðið so væl fyrireikað til hesa uppgávuna.

Føroyar hava bíðað leingi eftir hesum sigrinum. Men nú fekk Føroyar úrslitið, sum føroyskur fótbóltur hevði harliga brúk fyri. Eitt úrslit sum kann fáa stóra jaliga ávirkan á føroyskan fótbólt og gevur eina trúgv aftur uppá, at tað ber til at fáa úrslit í altjóða fótbólti. Kanska er hetta byrjanin til eina nýggja tíð hjá føroyskum landsliðsfótbólti.

Hjartaliga til lukku til føroyska landsliðshópin og allar Føroyar!