Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar sum fyrimynd

Vinnuhúsið – www.industry.fo

Tað er ein stórur smittuvandi í barlastvatni, sum verður ført millum lond og heimspartar, og tí eiga vit at hava strangari reglur fyri barlastvatni, sigur stjórin í Sølvtrans, sum rekur umleið fimtan brunnbátar í Noregi.


Eitt lógaruppskot hevur verið til hoyring her heima, ið gevur landsstýrismanninum heimild til at seta strangari reglur fyri barlastvatn í gildi. Hetta lógaruppskot vekir nú ans í Noregi. 
Vit eiga at seta munandi strangari reglur í verk fyri handfaring av barlastvatni, og her eiga vit at hyggja eftir, hvat Føroyar arbeiða við. 
Tað er ein møguligur smittuvandi í barlastvatni, serliga tá tað verður flutt millum lond. Hetta hava vit ikki givið nóg stóran ans higartil, sigur Roger Halsebakk, stjóri í Sølvtrans, við Intrafish.no. Hann vísir á lógaruppskotið, sum hevur verið hoyring í Føroyum, ið gevur landsstýrismanninum heimild at gera reglur viðvíkjandi barlastvatni fyri at forða fyri, at smittandi sjúkur koma til Føroya. 
Hetta er serliga viðkomandi hjá føroyskari alivinnu, ið hevur eina sera góða sjúkustøðu í mun til grannalondini. Føroyar eru á rættari leið, og tað er altíð betri at vera fyrivarin, sigur Halsebakk. IMO sáttmálin um barlastvatn skal væntandi setast í verk í øllum í limalondunum innanfyri tvey ár, og tá verða strangari krøv sett til handfaring av barlastvatni, men vit eiga at handla skjótari enn IMO, heldur stjórin í Sølvtrans. Vit eiga at gera eina skipan, har vit hava eina logbók fyri barlastvatn, soleiðis at alt vatn, ið fer inn og út úr skipinum, verður skrásett. Hetta fer at gerast eitt krav í framtíðini, og vit eiga at vera fremst í tí menningini.