Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar tørva konservativan realpolitikk

John William Joensen

Tá seinasta samgongan tók við í 2011 vísti landsroknskapurin fyri 2010 heilar 566 mió. kr. í hallið og 322 mió.kr. roknskaparárið 2011. Men nú metir Gjaldstova Føroya at hallið á landsroknskapinum er komið niður á umleið 65 mió. kr.

Tá seinasta samgongan tók við í 2011 vísti landsroknskapurin fyri 2010 heilar 566 mió. kr. í hallið og 322 mió.kr. roknskaparárið 2011. Men nú metir Gjaldstova Føroya at hallið á landsroknskapinum er komið niður á umleið 65 mió. kr.

Røðan sum John William Joensen, fyrrverandi formaður í Norðoya Sambandsfelag helt á landsfundi Sambandsflokksins leygardagin:

Tá Sambandsflokkurin tók við landsins leiðsluí 2008 herjaði búskaparkreppa og var undirskotið hjá Landskassanum 329 mió. og vaks til 688 mió. í 2009.

Tað varð gitt dúgliga um støðuna hjá Landskassanum og beint undan seinasta løgtingsvalinum metti fyrrverandi landsbankamaður at undirskotið fór at verða 230 mió. kr..

Í veruleikanum var yvirskot á fíggjarlógini tá Sambandsflokkurin handaði Javnaðarflokkinum lyklarnar til Tinganes…..

Nýggja samgongan keypti fleiri bygningar við eykajáttan beint undan jólum fyri nakrar 50mió. kr. og harafturat framskundaði nýggja løgtingið játtan á 40 mió. kr. til Viðareiðistunnilin.

Vóru nevndu broytingar ikki gjørdar hevði yvirskot verið longu á fíggjarlógini 2015.

Morten Hammerborg, søgufrøðingur skrivar í tíðargrein í norska blaðnum Aftenposten.

Tað eru ikki sosialistarnir sum hava uppfunnið sentralismuna, sjálvt um sosialistarnir einki hava gjørt fyri at dempa hana. Centralisman er ein 200 ára gomul siðvenja.

Hann skrivar ……at sentralisman kring høvuðsstaðin skapar øði kring landið – tí hon altíð roknar sum givið at høvuðsstaðurin eigur eitt serligt pláss í tjóðini og á almennu fíggjarlógini. Og tey sum búgva í Oslo halda býin verða Norra.

At flyta eitt eftirlit, ella nakað sum hevur týdning úr høvuðsstaðnum er halgibrot. At alt sum hevur týdning má liggja í høvuðsstaðnum er ein náttúru lóg, sum øll mugu ella skulu boyggja seg fyri.

Tað hevur leingið verið eitt tómrúm í føroyskum politikki har konservativur realpolitikkur sum ein flokkur, sum Sambandsflokkurin, áttu at staði fyri, ístaðin hevur verið forfjónaður til frama fyri ein politikk har tað ikki hevur verið pláss fyri at geva vinnuligari nýhugsan rúmd,

Tað er neyvan nakað land í heiminum har sentralisman hevur ment seg so nógv seinastu 20 árini, sum í Føroyum.

Høvuðsstaðurin, sum allir Føroyingar í framtíðini skulu búgva í, klárar ikki longur at fíggja almenna virksemið við vanligum skattum, men skal í framtíðini liva av at selja fiskatilfeingi til vinnuna sum eftir er úti um landið. Tað er sjálvsagt at hetta verður, sum tá kellingin pissaði í brøkurnar, fyri at kenna hita eina løtu.

Tað er umráðandi at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur verður mennandi fyri vinnuna og tey øki í landinum sum liva av fiskivinnuni.

Manningin, sum landsstýrið hevur sett at fremja politiskt avtalaðu nýskipanina- hevur ongar førleikar sum taka atlit til føroyska veruleikan —- NEVNILIGA at nógv tann størsti parturin av landsins borgarum, býr uttan fyri høvuðsstaðin….

Ójavnin millum ymisku kommunurnar í landinum er nú so ógvusligur at sambært Gjaldstovu Føroya verða samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu einsamallari – munandi størri enn samlaðu íløgur hjá landinum, sum í ár eru settar at verða beint undur 300 mió. kr.

SAMANLAGT fara almennu føroyar faraí 2016 at gera íløgur í Tórshavn fyri meira enn hálva milliard – nevniliga kr. 522 mió. kr.

Samstundis gera almennu Føroyar einans 206.065 mió. kr. í íløgum uttan fyri Tórshavnar Kommunu í 2016.

Sambært Gjaldstovu Føroya verður eitt íløgu ball uttan líka í høvuðsstaðnum 2016 nú kommunur og land leggja 72% av fíggjarorkuni í høvuðsstaðin.

T.v.s.

at hóast 60% av fólkinum býr uttanfyri høvuðsstaðin fáa hesi einans 28 % av almennu íløgunum..

Hesin veruleiki verður als ikki viðgjørdur í politisku skipanini nú ætlanin er at inntøkurnar frá Fiskivinnuni fyri stóran part skulu leggjast í landskassan – við slagorðinum…… at ”alt” Føroya fólk skal fáa ágóðan av náttúrutilfeinginum.

Vit kundu lært nógv við at leita til heimsins ríkasta land og hvussu tey skipað sína fiskivinnu.

Norsku lóggávan tekur hædd fyri teimum sum liva av virðisøkingini í vinnuni og í sjálvari endamálsorðingini stendur:

Lógin hevur til endamál

at tryggja at fiskivinnan er burðardygg og á ein rationellan hátt brúkar fiskatilfeingi.

at økja lønsemið og virðisskapan og harvið tryggja búseting og arbeiðspláss úti um landi.

at úrtøkan av virðisøkingini av hav-tilfeinginum framhaldandi kemur ”kystbefolkningen” úti um landið til góðar!!!!

Hesir setningar áttu at havt sjálvsagt pláss sum endamálsorðing fyri eina nýggju føroyska fiskivinnulóggávu.

tað er steinur oman á byrðu hjá vinnuni, at løgtingið gongur á odda í avgjalds og skatta øði – samstundis sum lands- og komminal politikarar kappast innanhýsis um at veita borgarum ”ókeypis” tænastur –havi ilt við at síggja hvussu hetta hongur saman…..

Heimaflotin og virkir kring landið, sum áður góðskaðu vørur til amerikanska, evropeiska og aðrar altjóða marknaðir er um at kódnað, tí fígging vantar til nýhugsan, marknaðarføring og framburð….

Ístaðin fyri at geva almenna búskapinum í miðjuni eina slangu, sum eirindaleyst ferða at súgva til eingin mergur er eftir í vinnuni – áttu hesi gjøld at fíggja nýhugsan, inovatión, marknaðarføring, gransking og íløgur í fiskivinnuna.

Inntøkurnar frá vinnuni verða í dag brúktar til almennar prestisju verkætlanir – sum allar fara at verða bygdar á miðjuna.

Tað nýggjasta politiska lyfti er ein almennur vælveru miðdepil á bryggjuni – so tinglimir kunnu fara í spaa og míkja sær vøddarnar millum troyttandi og orkukrevjandi tingfundirnar.

Almennu inntøkurnar frá vinnuni áttu heldur at verða lætnar, sum stuðul til at effektivisera ein nýggjan, nútímans fiskiflota, nýggja framleiðslu, og til marknaðarføring av føroyskum fiskavørum.

Í apríl verður stór fiskivinnumessa í Bruxell har nakrir fáir føroyskir fiskaútflytarar eru við – fyri egna rokning – og selja Føroyar og føroyska framleiðslu – í kappingvið kappingarneytar úr øllum heiminum – stuðlaði av tí almenna.

Politiska støðan er sera trupul í løtuni

Eg ivist onga løtu at boð skjótt verða eftir Sambandsflokkinum,tí Aksel kann ikki sita hendur í favn úti á Nesinum og krossa fingrar fyri at politisku ætlanirnar onkursvegna koma gjøgnum tingið……

Verandi samgonga erí veruleikanum longu komin í minniluta oghevur sera trupult við sjálv at bera politisku málini gjøgnum tingið.

Tey lyftisbrot sum eru framd av samgonguflokkunum síðan valið eru so álvarslig at løgtingsval er tí ikki  ein møguleiki.

Eg fari at enda við at spyrja hvar fakfeløgini eru nú stóra dýrið – forskattingin av pensjónum heldur fram, samstundis sum samgongan lækkaði grundupphæddina hjá pensjónistunum.

Eru føroysku fakfeløgini kanska bara hent amboð í hondunum hjá leiðslunum í Tjóðveldi og Javnaðinum???