Eftir gongdini í spælinum í dystinum mikukvøldið móti Týskalandi, má sigast at 2-0 var ein uppiborin sigur til Týskaland hóast Týskaland risti í grundvøllinum.
Í heilar 88 minuttir og 20 sekund megnaðu okkara menn at halda málið reint. Tað sást á øllum brøgdum at týskararnir vóru frustreraðir móti endanum og hóast teir trýstu, so stóðu vit manniliga og harafturat vóru vit sera heppnir at Týskland ikki skoraði fyrr, tí málmøguleikar høvdu teir góðar.
Dysturin var ein sonn uppliving fyri okkum føroyingar og hesin dysturin er sjálvsagt størsta ítróttarliga hendingin her á landi, í hvussu so er tá talan er um fótbólt. Ásannast má, at vit eru við og at vit eru væl við í atljóða fótbólti, hóast munurin var stórur á liðunum báðum, sum dystaðust á Tórsvølli mikukvøldið.
Eftir hendan dystin er tað valla nøkur fótbóltstjóð, sum torir taka sær av løttum í einum heimadysti ímóti Føroyum.
2-0 til Týskaland, ein uppiborin sigur, men so sanniliga eisini eitt gott avrik frá okkara monnum.
Hjartaliga tillukku við dystinum.




