Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar varðveitir kredittvirðið

Landsbankin

Í juni hevði ratingfyritøkan Moody’s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og landsbankan og í gjár gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody’s, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.

Hóast landsskassans skuld økist í ár orsakað av COVID-19, so metir Moody’s, at skuldin longu í 2021 kann byrja at lækka aftur.  

Frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast her.