Føroyar fara at luttaka í millumlanda samráðingum um at stovna ein nýggjan økisfelagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum (South Pacific Regional Fisheries Management Organisation – SPRFMO).
Umboð frá Fiskimálaráðnum fara í næstu viku á samráðingarfund í Reňaca, Kili (nakað norðanfyri Santiago). Hesin fundurin er triðja samráðingarumfarið, eftir at Ný Sæland, Australia og Kili í februar 2006 tóku stig til at kalla saman til samráðingar um at skipa fiskiskap í altjóða sjógvi.
Annar fundurin varð hildin í november 2006. Umframt strandarlondini kring Suðurkyrrahavið luttaka eisini m.a. ES, Kanada, USA, Japan, Russland, Kina og Korea í samráðingunum.
Ætlanin við nýggja felagsskapinum er at skipa fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir uppsjóvar fiskastovnum m.a. makreli, umframt djúphavsfiskasløgum sum búrfiski og tannfiski.
Sum kunnugt eru føroysk skip nýliga farin at royna eftir rossamakreli í altjóða økinum uttanfyri Kili. Í hesum sambandi hevur tað alstóran týdning, at Føroyar hava ein virknan leiklut við at samráðast og samstarva um grundarlagið og treytir fyri, hvussu fiskiskapur í altjóða sjógvi har suðuri formliga verður skipaður í framtíðini.
Í sambandi við føroysku luttøkuna á fundinum í næstu viku verður høvið eisini nýtt at tosa við fiskivinnumyndugleikarnar í Kili um sínámillum samstarv, harímillum møguleikar hjá føroyskum skipum at landa og umlasta í Kili.
Nýggi økisfelagsskapurin fer væntandi at fevna um flestu leiðirnar í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum, heilt frá vesturstrondini á Suðuramerika til havleiðirnar millum Australia og Ný Sæland og sunnanfyri Australia. Fyribils ætlaða økið er víst í kortinum niðanfyri.
Meira fæst at vita um nýggja millumlanda fiskiveiðisamstarvið í Suðurkyrrahavinum á
www.southpacificrfmo.org.




